UK-flag.jpg   fo.jpg

Press Release

Innbjóðing

Í samband við, at átakið ”VIT á útoyggj” fer av bakkastokki, bjóða vit tær/tykkum til móttøku:

Týsdagin 4. Mars kl. 14.00
í hølunum hjá Ferðaráð Føroya, Gongini 9, Tórshavn.

VIT á útoyggj er eitt átak, ið skal stuðla undir vinnuligt virksemi og framburð á útoyggjunum. Í hesum sambandi hava vit gjørt eina heimasíðu og ein film, sum skulu marknaðarføra útoyggjarnar, sum spennandi ferðamál.

Málið við heimasíðuni og filminum er, at skapa áhuga fyri Føroyum sum ferðamannalandi, við fokus á útoyggjarnar sum gimsteinar í krúnuni, og tað gera vit, við at bjóða útoyggjarnar fram, bæði náttúru, upplivingar og tænastur.

Verð við týsdagin, tá vit lýsa okkara ætlanir nærri, vísa filmin, og gera heimasíðuna virkna.


Væl komin!

Blíðar heilsur
Olga Biskopstø, samskipari